Uttanlands

Myndir: Harðir samanbrestir í Hongkong

Brúka 70 ára hátíðardagin í Kina fyri at gera vart við manglandi fólkaræði í Hongkong

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-10-01 12:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Meðan kommunistastýrið í Beijing hátíðarheldur 70 ára dagin fyri Fólkalýveldið Kina, eru harðir samanbrestir millum løgreglu og mótmælisfólk í Hongkong í dag. Lokalir miðlar siga, at skot hava verið at hoyrt, og at eitt av mótmælisfólkunum varð rakt í bringuna.

Mótmælisrørslan í Hongkong er í dag farin út á gøturnar fyri at taka uppmerksemið frá veitsludegnum hjá kommunistastjórnini, skrivar dr.dk.

6.000 løgreglufólk eru send út í býin fyri at taka sær av mótmælisfólkunum í dag. Mótmælisfólkini ganga í svørtum gassgrímum fyri at verja seg móti táragassi og ganga eisini við regnskjólum, sum er vorðið ímyndin av rørsluni, ið byrjaði í 2015.

Ársdagurin fyri at Mao Zedong setti á stovn kinesiska fólkalýveldið í 1949 varð eisini hildið av einum minniluta av kinesarum í Hongkong í dag.

Almennir myndugleikar og fyritøkur flagga sostatt við reyða kinesiska flagginum í dag.

Síðani juni mánaða hava verið fleiri ógvusligir samanbrestir millum mótmælisfólk og løgreglu í Hongkong. Í fyrstu atløgu snúðu mótmælini seg um at fáa lokalu myndugleikarnar at taka eina røð av lógum aftur, sum loyvdu lokalu mydugleikunum at lata borgarar til kinesisku myndugleikarnar á meginlandinum til rættarfylging.

Lógirnar eru síðan tiknar aftur at lokala stjórnarleiðaranum, Carrie Lam. Men harvið eru mótmælini ikki støðgað. Nú snúgva tey seg meira um demokratisku rættindini hjá fólkinum, sum býr í Hongkong, skrivar Danmarks Radio.

Sí eisini: Myndir: Hátíðarhalda 70 ára stovningardagin í Kina 

Myndirnar eru frá EPA-myndatænastuni

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder