Uttanlands

Myndir: Hátíðarhalda 70 ára stovningardagin í Kina

Kommunistiska kinesiska lýveldið varð sett á stovn 1. oktober 1949

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-10-01 09:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag, 1. oktober, eru 70 ár síðani kommunistiska lýveldið í Kina varð sett á stovn.

Hetta varð hátíðarhildið í morgun við einari stórari hersýning á Himmalska Friðartorginum í Beijing.

Umframt tríðsvagnar, flogfør, dronur, rakettir og hátøknilig vápn, sóust 15.000 herfólk ganga í skrúðgongu á torginum.

Samstundis sum 70 ára dagurin verður hátíðarhildin í høvuðsstaðnum, uppliva tey í Hongkong stórar mótmælisgongur, har tey mótmæla at kinesiska stjórnin setir forðingar fyri fólkaræðinum. 

Myndirnar eru frá EPA-myndatænastuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder