Havleikur 2022 byrjaði av álvara í gjárkvødið, tá setan var á Vaglinum.
Hvørt kvøld verður fólkadansur og føroyskur dansur í Norðurlandahúsinum. Harumframt er annað virksemi, ið er serliga ætlað útlendsku gestunum - útferðir, fyrilestrar, føroyskt mentanarkvøld o.a. - umframt at dansiframsýningar verða runt í býnum leygardagin.
Einir 300 útlendingar luttaka umframt einir 300 føroyingar.
Lokalu dansifeløgini fyri føroyskum dansi eru: Klaksvíkar dansifelag, Dansifelagið á Látrinum (Eiði), Eysturoyar dansifelag, Norðstreymoyar dansifelag, Vága dansifelag, Tøkum lætt (Havn), Dansifelagið í Havn, Nólsoyar dansifelag, Leikum fagurt (Sandur), Stígum fast (Dalur), Dansifelagið í Suðuroyar norðaru helvt, Tvøroyrar dansifelag, Jómsvíkingar (Vágur), Sumbiar dansifelag, Fótatraðk (Keypmannahavn).
Endað verður veitsludøgurða í Ítróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið.
Fitt av fólki varð møtt upp til setanina í gjárkvøldið. Sí myndir sum Ólavur Frederiksen tók fyri Tórshavnar kommunu:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald