Mentan

Myndir: Hekkla jólatræ í Fuglafirði

Nógv fólk – konufólk – savnast til felaks jólahekkling

(Mynd: Kristina Gry Berg)

(Mynd: Kristina Gry Berg)

2018-11-15 17:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Undirtøkan at hekkla eitt jólatræ saman er væl móttikin í Fuglafirði.

Í gjárkvøldið var eitt stórt tal av fólki – bara konufólkið – møtt upp á loftinum í Piddasahandli har felags hekling var.

Tær royndu heklaðu puntar, sum seinni skulu savnast saman til eitt jólatræ, meðan tær óroyndu fingu vegleiðing til hvussu tær hekla hesar puntarnar, sum høvdu sína stórheitstíð í teimum meira langhærdu árunum fyri 40-50 árum síðani.

Fyri at ”teppið” skal fáa dám av einum træi, tá tað einaferð verður fest á jarnstativið, ið er framleitt til endamálið, so er kravið, at rondin á øllum puntunum verður hekklað við grønum tógvi. Grønt tógv skel eisini brúkast, tá puntarnir skulu hekklast saman.

Tórestir er tað, sum verður brúkt til slíka handarbeiði, men – sum skilst – er ikki vanligt at liggja inni við so nógvum restum av grønum tógvi.

Men tann trupulleikin er nú loystur. Tí onnur hava frætt um tørvin á grønum tógvi í Fuglafirði, so úr Kalsoy er komin ein posi við niðum av grønum tógvi, sum ætlandi verður brúkt tá byrjað verður at hekkla puntarnar saman.

Ætlanin er at hittast á Riparlofti nøkur mikukvøld afturat fyri at fáa jólatræið liðugt.

Hekklaða jólatræið verður væntandi tendrað leygardagin 8. desember. Tað verður í Ribarhúsi, har jólatræið kemur at standa fram til jóla. 

Myndirnar hevur Kristina Gry Berg tikið

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder