Í gjár og í dag hevur ein stórur hópur av evnaríkum ungum føroyingum víst síni evni í tónleiki.
Talan er um Stella Polaris tónleikakappingina, sum á øðrum hvørjum ári verður hildin fyri klassiskar tónleikarar.
Í gjár royndi teir yngstu tónleikararnir seg, tað eru børn upp til 14 ár. Fyrrapartin í dag royndi aldursbólkurin frá 14 til 18 ár seg. Og nú seinnapartin eru tey elstu, 18 til 25 ár, farin at vísa sínar dygrid fyri tómarunum.
Dómarar eru Tony Shorrocks, Claire Thomsen, Stéfan Jón Bernharðsson, Sunleif Rasmussen og Diana Gilstón.
Tá framførslurnar eru lidnar um 17-tíðina í dag, verður navnið á teimum seks ungu tónleikarunum, sum sleppa at royna seg enn einaferð í finaluni í morgin avdúkað.
Tað er so, at áðrenn finaluna í morgin hava dómararnir longu gjørt av, hvørji trý skulu heiðrast í teimum báðum yngru bólkunum.
Vanliga er tað so, at tað bert eru tónleikarar úr elsta bólkinum, ið verða tikin út til finaluna. Hesi fáa sum sagt enn ein møguleika at bergtaka dómararnar áðrenn hesi gera av, hvør skal kjósast til vinnara av Stella Polaris kappingini.
Myndirnar herundir eru frá fyrrapartinum tá tey 14-18 ára gomlu royndu seg. (Trýst á fyri at síggja tær størri)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald