Í juli 2019 lat kaffistovan í Svimjihøllini í Gundadali aftur og nú, eitt hálvt ár seinni, er hon aftur opin.
Tað var mánadagin í farnu viku, at kaffistovan lat upp aftur.
Gunnar Streymoy, leiðari í Svimjihøllini í Gundadali, sigur, at orsøkin til, at steðgurin gjørdist so drúgvur var, at tey høvdu trupulleikar við at manna kaffistovuna.
Í oktober 2018 varð leitað eftir privatum leigarum at reka kaffistovuna, sum Tórshavnar kommuna annars hevði staðið fyri. Kaffistovan hevur eisini verið á privatum hondum síðani, men nú rekur Tórshavnar kommuna hana aftur.
Vørurnar, sum eru at fáa í kaffistovuni eru nøkunlunda tær somu, sum vóru at fáa frammanundan, og prísirnir eru eisini nøkunlunda teir somu, sigur Gunnar Streymoy.
– Enn hava ikki so nógv verið á gátt, men nógv vita kanska ikki av, at kaffistovan er opin aftur, sigur hann.
Upplatingartíðir hjá kaffistovuni síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald