Mentan

Klædnaatstøðingar seymaðu klæðir til Cabaret

Seinastu vikurnar hava verið sera avbjóðandi, stuttligar og læruríkar, siga næmingarnir, ið m.a. hava seymað korset, kan-kan kjólar, og flottar ballkjólar

2020-02-03 12:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu vikurnar hava klædnaatstøðingar seymað klæðir til sangleikin “Cabaret”, sum í løtuni verður framførdur á Glasi.

Nógvir tímar eru farnir við arbeiði á seymistovuni, har stílurin og íblásturin hevur verið frá 1920, sum eisini er tann tíðin, har "Cabaret" gongur fyri seg.

Næmingarnir, ið m.a. hava seymað korset, kan-kan kjólar, flottar ballkjólar og pløgg við frinsum og glitri, siga sjálvir, at vikurnar hava verið sera avbjóðandi men eisini stuttligar, læruríkar og gevandi.

Til ber at fylgja arbeiðinum hjá klædnaatstøðingunum á teirra felags Instagram vanga, upcoming_faroese_designers. Har leggja tey m.a. myndir út av verkætlanum, sangleikum og øðrum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder