2022-07-14 09:40
Tað snýr seg um at renna skjótt og taka tað besta plássið til tín og tínar vinir. Tjaldingarøkið á G! festivalinum læt upp klokkan 16 seinnapartin í gjár.
Veðrið var sera gott, og góða lagið høvdu festivalgestirnir við sær.
Tjaldingarøkið læt upp í gjár, men í dag byrjar festivalurin av álvara. Bólkurin Blátt Gras leggur fyri á Spæliplássinum klokkan 17:05, og hildið verður á til seint í nátt.
Sí myndir sum James Currie hevur tikið fyri G! festivalin:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald