2022-07-27 22:20
Tað var ein talrík og ikki minst litføgur fjøld, sum seinnapartin gekk stuðulsgongu úr Gundadali og oman á Vaglið í sambandi við Faroe Pride 2022, sum LGBT+Føroyar skipaði fyri í dag, dagin fyri ólavsøku.
Tað byrjaði við, at Havnar Hornorkestur hitaði fjøldina upp, áðrenn farið varð til gongu.
Á Vaglinum var tónleikur við Eyðuni Nolsøe, Sway, Guðrið Hansdóttir og Marius DC. Umframt Siriously (Siri Hansen), sum eisini var vertur fyri tiltakinum.
Pride røðuna í ár helt Elisa Vang.
Jens Kristian Vang tók myndirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald