2021-05-19 13:55
Síðsti vanligi skúladagur var í gjár, og í Skálavík valdu tey at gera eitt sindur burturúr.
Avgjørt var at skipa fyri Colour-Run, har næmingar av eftirskúlanum Brúnni og 10. flokkur á Meginskúlanum runnu gjøgnum bygdina.
Tað vóru 4 postar, har litpulvur bleiv sprænt útyvir tey, meðan tey runnu. Eisini stóð eitt starvsfólk niðri í bygdini við vatnpistól og sproytaði tey ungu.
Aftaná renningin varð farið niðan á eftirskúlan, har pylsur vóru grillaðar í smáttunum.
Góður dagur, ljóðar úr Skálavík. Sí myndir niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald