Malaisia er í løtuni rakt av óvanliga stórum vatnflóðum.
Orsøkin er, at tað hevur regnað óvanliga nógv um vikuskiftið. Vatnflóðirnar eru tær ringastu, sum landið hevur upplivað í nógv ár, og fleiri enn 30.000 fólk eru flutt burtur úr heimi teirra.
Serliga ringt var í 2014, tá uml. 118.000 fólk máttu rýma úr heimi teirra.
Hetta er ikki óvanligt í monsuntíðini í Malaisia, men Ismail Sabri, forsætisráðharrin sigur, sambært Ritzau, at hann undrast yvir, at vantflóðirnar eru so stórar í ár.
– Uppá ein dag hevur tað regnað líka nógv, sum tað vanliga ger uppá ein mánað, sigur hann.
Yvir 34 milliónir fólk búgva í Malaisia.
Niðanfyri síggjast nakrar myndir frá EPA-myndatænastuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald