Almenna vitjanin hjá Margrethu drotning í Føroyum byrjaði á Bursatanga klokkan 13 í dag, og seinnapartin hevur drotningin vitjað ymsastaðni í høvuðsstaðnum.
Eitt nú í løgtinginum, á trappuni í Vágsbotni, har nógv fólk vórðu savnað, á nýggja snotiliga Skúlanum á Fløtum og til síðst í Sjóvinnuhúsinum.
Sigrun Gunnarsdóttir gav í Sjóvinnuhúsinum drotningini ein málning, og eisini fekk hon ein brellbita upp á Trom sendirøðina.
Í kvøld klokkan sjey er løgmaður vertur fyri veitsludøgurða fyri drotngingini í Norðurlandahúsinum. Í morgin fer drotningin til Svínoyar og Fuglafjarðar á vitjan.
Sí myndir frá seinnapartinum í dag:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald