Seinnapartin var sannur hátíðardámur í Fuglafirði. Margretha drotning kom við tyrlu úr Svínoy um tvey, og síðani var ymiskt spennandi á skránni.
Í Ribarhúsi vóru vísti Heðin Kambsdal drotningini málningar, har Margretha drotning sjálv var myndevni. Eisini hugdi drotningin eftir einari framsýning av gomlum kongablíblium heilt aftur til ár 1500.
Síðani varð farið leiðin løgd framvið hjá reiðarínum Framherja, sum kortsíðani hevur fingið nýggj og sntoilig høli á keiøkinum. Talan er um eitt gamalt pakkhús, sum er bygt um til glæsiligan skrivstovubygning.
Her tóku hjúnini Anfinn Olsen Olsen og Elisabeth Eldevig ímóti, og greiddu frá menningini í bygdini. Eisini greiddu Havsbrún og Pelagos frá teirra virksemi.
Seinni varð vitjað í Fuglafjarðar skúla sum nýliga er umbygdur. Her var serstakt listaverk avdúkað.
Sí myndir úr Fuglafirði:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald