Portalurin er væl mannaður til oyggjaleikirnar á Gibraltar hesa komandi vikuna. Trý umboð eru við. Tey eru Jens Kr. Vang, fotografur, Sverri Egholm, samskipari og videofotografur og Ingi Samuelsen, journalistur.
Leikirnir verða ikki settir fyrr enn í kvøld, so dagurin í gjár varð brúktur til at uppliva nøkur av teimum upplivingum, sum ein kann royna sum turistur í ein dag.
Og høvuðsattraktiónin er, sum vera mann, apurnar, sum búgva uppi á 'The Rock' fjallinum, sum sæst allastaðni frá, hvar ein so enn er á gibraltisku hálvoynni.
Vit tóku rennistreingin niðan - eitt upplivilsi í sær sjálvum - og gingu síðan suður eftir hálvoynni fyri at uppliva St. Michaels holuna - ein dropasteinshola, sum ikki bara er stór og hugtakandi, men eisini prýdd við hugtakandi ljósseting. Eitt absolutt mást, um ein kemur til Gibraltar sum ferðafólk.
Dagurin varð eisini brúktur til at síggja nøkur av ítróttaøkjunum, sum eru bygd til Oyggjaleikirnar í ár, so sum svimjihøllin, sum ikki náddi at innilokast, og økið til frælsan ítrótt, sum næstan ikki bleiv liðugt til leikirnar.
Sí: Ítróttarøki í hálvum gekki
Kvøldið endaði á allar besta hátt, tá tað ar eydnast ÍSF at fáa eina av stóru ítróttarbarrunum í Gibraltar at vísa stroymingina av hondbóltsfinaluni í Göteborg á stórskíggja.
Sí: Frøi á Gibraltar
Oyggjaleikirnir á Gibraltar verða settir í kvøld, og kappingarnar byrja tíðliga sunnumorgunin og enda einaferð seinnapartin komandi fríggjadag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald