Uttanlands

Myndir: Mintust 75 ára D-dagin

Sameindu statsleiðararnir frá øðrum heimsbardaga vórðu savnaðir at minnast stóru innrásina fyri 75 árum síðani

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-06-05 15:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Báðu megin Ermasund verður 75 ára dagurin fyri sameindu innrásini í Normandínum mintur í hesum døgum.

Forsetar og politiskir leiðarar úr USA, Fraklandi, Týsklandi og Stórabretlandi vóru millum teirra, sum í dag høvdu leita sær til suðurstrond Onglands fyri at minnast D-dagin.

Høvuðspersónarnir á hátíðarhaldinum vóru hvørki amerikanski forsetin, Donald Trump, bretska Elizabeth drotning ella týski samveldiskanslarin, Angela Merkel.

Tað vóru hinvegin teir minst 300 veteranarnir, úr 91 til 101 ára gamlir, sum vóru komnir til strandabýin Portsmouth, haðani teir løgdu leiðina um sundið fyri júst 75 árum síðani.

Bæði forsetar, forsætisráðharrar og umboð fyri bretska kongshúsið góvu lógvabrestir, tá teir gomlu hermenninir heilsaðu framman fyri pallin.

Og 93 ára gamla drotningin takkaði veteranunum fyri teirra reystmansdirvi.

- Tað er í stórari eyðmýkt og takksemi, at eg vegna alt landið, ja allan tann frælsa heimin, sigi tykkum øllum takk, segði drotningin.

Sjálvur D-dagurin, tá 150.000 sameindir hermenn fóru á land í Normandínum í Útnyðringsfraklandi er ikki fyrr enn í morgin, 6. juni.

”Operation Overlord”, sum átakið varð kallað, var eitt avgerandi skifti í øðrum heimsbardaga, og ein av orsøkin til, at Nasitýskland mátti geva seg yvir í mai 1945.

- Landgongan í Normandínum fyri 75 árum síðani var eitt dømi um søguligt altjóða samstarv, segði bretski forsætisráðharrin, Theresa May í síni røðu.

Eisini Angela Merkel, hvørs heimland, tá var fíggindin, er til staðar undir hátíðarhaldinum av D-degnum.

Sama við umboðum fyri onnur lond, sum stríddust saman við bretunum í Normandínum, herundir USA, Frakland, Niðurlond, Noreg, Poland og Danmark.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, var við tá 70 ára dagurin varð hátíðarhildin í Fraklandi fyri fimm árum síðani. Hann er tó ikki við hesaferð.

Táverandi Sovjetsamveldið var ikki partur av D-degnum í Normandínum, men spældi ein avgerandi leiklut í stríðnum móti nasistunum á eysturhermótinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder