Uttanlands

Myndir: Mótmælisfólk krevja meira frælsi í Avstralia

Fleiri túsund mótmælisfólk hava um vikuskiftið verið á gøtunum í Avstralia og víst sína ónøgd við koronatiltøkini í landinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-07-25 14:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið hava túsundatals mótmælisfólk verið á gøtunum í avstralskum býum at mótmæla koronatiltøkini, sum fyri einum mánað síðani vórðu sett í verk fyri at minka um smittuspjaðingina í landinum.

Leygardagin vóru eitt nú túsundatals fólk savnaði á gøtunum í stórbýnum Sydney, umframt at smærri mótmælistiltøk eisini vórðu hildin í Melbourne og Brisbane.

"Frælsi" var slagorðið, sum mótmælisfólkini róptu, meðan tey gingu gjøgnum býin.

Avstralska løgreglan upplýsir, sambært Ritzau, at í minsta lagi 57 persónar vórðu handtiknir í sambandi við mótmælinum í gjár. Eisini fingu fleiri enn 500 persónar bót fyri at gera ímóti boðunum frá myndugleikunum.

Mótmælisfólkini vóru ónøgd við afturlatingini av fleiri stórbýum í kjalarvørrinum á einum nýggjum smittuútbroti við Delta-frábrigdinum. Tað eru fýra vikur síðani, Sydney lat aftur, og síðani hava borgarar í býnum fingið boð um ikki at fara úr heimi teirra, uttan so at tey hava alneyðug ørindi sum t.d. innkeyp av gerandisvørum, heilivági ella tey skulu til læknan.

Niðanfyri síggjast myndir frá mótmælinum í Sydney:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder