Innanlands

Myndir: Mótmæltu staðsetingini av kirkjuni á Argjum

Enn ein roynd varð seinnapartin gjørd at fáa býráðið at broyta avgerðina um staðseting av nýggju kirkjuni, sum skal byggjast á Argjum. Býráðið hevur nú samtykt, at beina málið aftur í nevnd

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-24 16:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fitt av fólki møttu seinnapartin upp á Vaglinum í Havn, har staðsetingin av nýggju kirkjuni á Argjum enn einaferð varð orsøkin.

Undir heitinum “Varðveitið fríðkið við Sandá” varð mælt til at nýggj staðseting verður funnin til kirkjuna. Sí myndir av Vaglinum seinnapartin.

Býráðsfundur byrjaði klokkan 16, og har varð samtykt at beina málið aftur í byggi og býarskipanarnevndina til avgreiðslu og nýggja staðseting um neyðugt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder