
-
Landsverk skrivaði í 2016 ein langtíðarleigusáttmála við asfaltverkið frá 2016 til 2021, sum samanlagt fór at kosta Landsverki 25 milliónir krónur
-
Løgtingsgrannskoðararnir hava síðani víst á, at talan var um fíggjarliga langtíðarleigu. Sambært játtanarskipanini er ikki loyvt at gera avtalur um fíggjarliga langtíðarleigu
-
Í apríl 2019 varð avtala gjørd við útleigaran um at yvirtaka virkið fyri 8,8 milliónir krónur
-
Verkið kom í farnu viku eisini í tingið, tá Beinta Løwe setti landsstýrismanninum í fíggjarmálum ein grein 52 fyrispurning um málið
-
Samanumtikið ber ikki til at siga, at Landsverk hevði heimild at langtíðarleiga ella keypa asfaltverkið á Sundi, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
-
Eitt nýtt verk hevði kostað Landsverki 17 milliónir krónur
-
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, upplýsir at Landsverk í alt hevur brúkt 33,4 milliónir uppá verkið, sum ikki kann brúkast
-
Sostatt hevur afturlatna asfaltverkið á Sundi kostað tað tvífalda av tí, sum eitt nýtt verk hevði kostað
-
Málið verður nú kannað nærri, sigur landsstýrismaðurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald