Innanlands

Myndir: Nýggja rúsan í Havn

Um vikuskiftið og í dag hava starvsfólk hjá Rúsdrekkasøluni arbeitt yvir fyri at flyta útsøluna av rúsdrekka yvir um Hoyvíksvegin, úr Miðlon til bygningin hjá Posta, sum einaferð kallaðist Idé-húsið.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-09-21 14:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ikki bara útsølan, sum flytir, men eisini umsitingin, goymslan og fløskumóttøkan hjá rúsuni. Ongin søla av rúsdrekka hevur verið í Havn, men í morgin verður latið upp í nýggju og nógv rúmligaru hølunum.

(Myndir: Jens Kr. Vang) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder