
Rættiliga nógv olja - helst motorolja - er komin á vegin gjøgnum Skipanes og undir Gøtueiði og niðan móti Gøtueiði eisini.
Løgreglan er á staðnum og regulerar ferðsluna, tí vegabreytin er rættiliga hál. Tí mugu bilførarar vísa størsta varðsemi.
Les eisini: Landsverk ávarar um olju á vegnum
Landsverk hevur sent ein vaskibil til staðið, og eisini eru sløkkiliðsbilar av Skálafjørðinum komnir at hjálpa til við arbeiðinum.
Talan er um eitt vegastrekki frá Tjørnunesi og niðan á Skipaneskrossin (rundkoyringina) og víðari niðan móti Gøtueiði. Talan er um ein lastbil, ið fekk trupulleikar við motorinum, og motorolja lak tí út á vegin. Talan er um rættiliga stóra mongd av olju, verður upplýst.
Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, upplýsti fyri útvarpinum á døgurða, at tað kann taka nakrar tímar, áðrenn vegabreytin er rein aftur, og ferðslan kann tí roknast við at verða nakað tarnað í eina tíð afturat.
Jens Kr. Vang tók nakrar myndir fyrrapartin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald