Mentan

Myndir: Rundtúrur í Lívdini

1.852 fermetrar í tveimum hæddum eru tiknir í nýtslu. Átta ár eru síðani at arbeiðið av álvara fór í gongd, og nú er samkomubygningurin hjá Lívdinini tikin í nýtslu. Stóri salurin hevur 850 sitipláss

2021-08-26 17:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er ein stásiligur bygningur, sum samkoman Lívdin hevur tikið í nýtslu. Síðstu áleið 10 árini hevur virksemið hjá samkomuni verið ymsastaðni í Hoyvík, men soleiðis verður ikki framyvir.

Móttøka var seinnapartin í nýggja bygninginum við Vegin Langa í Hoyvík, og tað vóru fleiri sum nýttu høvið at síggja bygningin. Hetta verður aftur millum klokkan 14 og 16 í morgin, tá høvi eisini verður at síggja bygningin.

Samkoman Lívdin yvirtók grundøkið sjálvt fyri 20 árum síðani, sum gáva frá Ebenezer. Bygningurin, sum nú stendur liðugt bygdur, er 1852 fermetrar í tveimum hæddum. Bygningurin, ið hevur ein stóran sal við sera góðum ljóðviðurskiftum til bæði talur, sang og tónleik, kann sessa upp til 850 fólk.

Í annaðkvøld verður almenna hátíðarhaldið í samband við innflytingina. Á skránni fyri kvøldið er nógvur tónleikur, samrøður og hugleiðingar. Aftan á hátíðarhaldið verður drekkamuður.

Sí myndir úr Hoyvík niðanfyri:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder