Fleiri statir har suðuri í USA eru raktir av vatnflóð orsaka av ódnini Sally, sum herjar í løtuni. Serliga í statunum Alabama og Florida hevur nógv avfall verið. Í Pensacola í Florida regnaði tað líka nógv í fýra tímar, sum tað vanliga ger í fýra mánaðir hesa ársinstíð, skrivar Reuters.
Amerikanski stovnurin, ið heldur eyga við ódnum, hevur lýst hesa ódnina sum søguliga og oyðileggjandi.
Í morgun okkara tíð var ein deyðstilburður staðfestur, men yvir ein hálv millión húsarhald hava mist ravmagnið, og nógvir vegir og brýr eru stongd vegna vatnflóð.
Sally var ein ódn í kategoriini 2 tá hon rakti land í gjár. Nú er hon niðurskalerað til ein tropiskan storm við hvirlum upp í 32 m/s inni í landinum.
Vindurin ávirkaði flóðina, ið gjørdist nógv hægri enn vanligt við strendurnar í Alabama og vestara parti av Florida. Harafturat hevur tað regnað sera illa, og vandi er fyri meira avfalli, siga veðurstovurnar.
Ringast er støðan við býin Pensacola í Florida, har vatnstøðan er 130 sentimetrar yvir tað vanliga. Yvir 500.000 húsarhald og fyritøkur liggja í streymloysi, og flestu vegirnir liggja undir í vatni. Pensacola liggur í norðurvestara hornunum av Florida, við suðurvendu flógvastrondina nærhendis markið til Alabama.
- Vanliga fjarðar vatnið aftur rættiliga skjótt, men hesaferð hevur tað gingið nógv seinni. Stormurin hvarv ikki, men helt bara á, sigur ein av íbúgvunum í Pensacola, ið situr fastur í heimi sínum.
Serliga eyðkennið hjá býnum, brúgvin Tree Mile Bridge, er lutvíst oyðiløgd í ódnini, verður sagt.
Sally er átjandi stormurin ella ódnin, ið hevur herjað yvir tropiska partinum av Atlantshavi í ár og av teimum hava átta rakt land í USA. Tríggir aðrir stormar ella ódnir liggja yvir Atlantshavinum í løtuni, so 2020 sær út til at gerast eitt metár fyri ódnir, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald