Innanlands

Myndir: Vindmyllulundin í Porkeri yvirtikin

Hósdagin varð hátíðarhald fyri innbodnum – Mett verður, at vindmyllulundin fer at kunna framleiða uml. 20 GWt um árið, 57 prosent av samlaðu nýtsluni í Suðuroy

Mynd: SEV

Mynd: SEV

2021-02-12 12:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin yvirtók Vindfelagið Neshagi, sum er dótturfelag hjá SEV, vindmyllulundina í Porkerishaganum.

Talan var um ein stóran dag fyri føroyingar og ikki minst suðuroyingar, skrivar SEV á Facebook.

Í fagrasta veðri varð skipað fyri einum lítlum hátíðarhaldi fyri innbodnum, sum eisini fingu høvi at vitja inni í einari av myllunum.

Myllurnar í Porkerishaganum hava verið royndarkoyrdar síðan november. Myllurnar framleiddu 576 MWt í januar, 17 prosent av samlaðu elframleiðsluni í Suðuroy í hasum tíðarskeiðnum.

Í Suðuroynni brúka tey streym, sum verður framleiddur úr vatni, vindi, sól og olju. 

Sambært SEV verður mett, at vindmyllulundin fer at kunna framleiða uml. 20 GWt av el-orku um árið.

Verður øll hendan orkan fingin til høldar, er tað 57 prosent av samlaðu nýtsluni í Suðuroy. Tað svarar til miðalnýtsluna hjá uml. 4.000 húskjum, og fer tað at minka um oljunýtsluna við 4.400 tonsum árliga.

Niðanfyri síggjast nakrar myndir, sum SEV hevur lagt út, frá hátíðarhaldinum.

Dagførd kl. 12.42

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder