Innanlands

Myndir: Sjáldsama nógvur kavi komin niður á Tvøroyri

Kavarudding á Tvøroyri í morgun

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2024-02-06 09:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á Tvøroyri hevur kavað meginpartin av náttini og á Tvøroyrar kommunu siga tey, at sjáldsama nógvur kavi er komin niður.

Í morgun verður arbeitt dúgliga við at fáa kavan burtur av vegnum, so koyrandi er, men við so nógvum kava at rudda, gongur fitt av tíð, áðrenn koyrandi er í allari kommununi, sigur Tvøroyrar kommuna.

- Heitt verður á fólk um at hugsa seg væl um, áðrenn farið verður í bilin, tí sera trupult er at sleppa aftur og fram. Harafturat kann ov nógv ferðsla í løtuni órógva ruddingararbeiðið, sigur kommunan.

Sí myndir sum kommunan hevur tikið í nógva kavanum í miðbýnum í morgun:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder