Innanlands

Myndir: Sjósvimjing og Mýruverkið

Vestmenningar tóku ímóti drotningini um tíggju tíðina í morgun

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-17 13:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Margretha drotning hevur fyrrapartin verið á vitjan í Vestmanna. Tað byrjaði stutt fyri klokkan 10 í morgun tá drotningin og fylgi komu á torgið í bygdini.

Síðani varð vitja á Heiminum á Grønanesi, har millum annað Maria á Heygum og aðrar lupu á sjógv fyri drotningini.

Vitjað var á Mýruverkinum og á døgurða var miðmáli á Fjørukrønni.

Um eina løtu kemur drotningin til Kvívíkar. Dagurin endar í Vágum, har vitjað verður á Zarepta og á Hotellinum í Miðvági.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder