2022-07-29 13:02
Tann hátíðarligi parturin av ólavsøkuni er nú í gongd. Beint fyri klokkan 11 í morgun fóru ting- og landsstýrisfólk, prestar og embætisfólk í skrúðgongu frá tinghúsinum oman í dómkirkjuna, har Havstein Klein, sóknarprestur á Sandi, helt ólavsøkuprædukuna.
Fyri løtu síðani varð tingið sett, og nú heldur Bárður á Steig Nielsen sína setanarrøðu á tingsins røðarapalli.
Jens Kr. Vang tók myndirnar áðrenn gudstænastuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald