2020-11-09 18:05

Nýggja avloysaraskipið hjá Strandfaraskipum Landsins, tríkiljan Erla Kongsdóttir, kom í gjár á Tvøroyri eftir túrin vestur í hav frá Gurksøya, har glastrevjaferjan er bygd.
Nú er manningin farin í sóttarhald eftir uppihaldið í Noregi, og so skulu ymsar tillagingar gerast áðrenn skipið verður sett i sigling.
Fyrsta uppgávan hjá nýggja avloysaraskipinum verður at røkja siglingina til Nólsoyar meðan Ternan er til klassingar.
Myndirnar hevur Bjartur Vest tikið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald