Innanlands

Myndir: Soleiðis sær Havnin út í streymloysi

Sí myndir sum Ólavur Frederiksen tók í Havnini meðan eingin streymur var í nakrar tímar

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2025-01-08 21:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein ávísur friður leggur seg yvir Havnina tá streymveitingin fer. Tað er nógv minni ferðsla enn vant og smáar ljóskeldur sum kertuljós, hómast úr gluggum.

Alt fer eitt sindur niður í ferð eina løtu.

Soleiðis var í dag frá umleið hálvgum fimm til klokkan nærkaðist sjey í kvøld.

Ein feilur hendi í koblingsstøðini í Skálabotni, sum hevði við sær, at fyrst Norðoyggjar og partur av Eysturoynni misti streymin og síðani alt meginøkið. So er einki annað at gera, enn at bíða tolin.

Vakra kavaveðrið og mánalýsið gjørdi, at tað ikki var so myrkt sum tað kundi verið í slíkari støðu.

Ólavur Frederiksen, Faroephoto, tók hesar myndirnar meðan Havnin lá í streymloysi í nakrar tímar:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder