Innanlands

Myndir: Soleiðis sær Herjólfur III út

Hetta mugu tey, sum sigla um Suðuroyarfjørð smyrja seg við næstu vikurnar. Skipið fer í sigling leygarmorgunin

(Mynd: Eyðun Nolsøe)

(Mynd: Eyðun Nolsøe)

2022-08-18 23:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skipið hevur verið nógv umrøtt síðstu vikurnar, og er satt at siga ikki farið í sigling enn. So seint sum seinnapartin í gjár kom siglingarloyvi til Herjólfur III, sum hevur ligið á Skála seinastu vikurnar.

Herjólfur III skal í sigling leygarmorgun, og í gjárkvøldið varð siglt av Skála og inn á Havnina. Í morgun varð loyst og siglt varð suður á Krambatanga, har seinastu fyrireikingarnar eru gjørdar.

Smyril setur fríggjakvøldið kós móti Danmark har skipið skal í dokk næstu vikurnar. Væntandi kemur Smyril aftur í sigling 3. oktober.

Eyðun Nolsøe var í dag ein túr umborð. Hann tók nakrar myndir, sum vit hava fingið loyvi at deila:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder