2020-12-11 12:18

Eftir øllum at døma vóru tað ristingar, og ikki ein alda, sum gjørdu, at tveir rútar á nýggjasta strandfaraskipinum, Erlu Kongsdóttir, fóru undir túrinum til Havnar fyrrapartin.
Erla Kongsdóttir varð sett í sigling mánadagin.
Eingin fekk skaða av hendingini.
Erla Kongsdóttir er fyribils tikin úr sigling á nólsoyarleiðini, og farmaskipið Hasfjord skal røkja siglingina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald