Innanlands

Myndir: Stásiliga Hilton hotellið latið upp

Sí myndirnar frá hotellinum á Staravegnum í Havn, sum í dag lat upp fyri gestum. Hotellið hevur 130 kømur

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-10-22 15:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á middegi lat nýtt hotell upp í høvuðsstaðnum. Talan er um Hilton Garden Inn Faroe Islands á Staravegnum.

Hilton hotellið hevur 130 nýmótans kømur, matstovu, barr, vælveruøki við uttandura gosbaði og hitarúm og venjingarhøli. Á hotellinum er tráðleyst netsamband, og øll kømur hava sjónvarp, køliskáp, arbeiðsborð, kaffi og te hentleikar við meira.

Almenn móttøka verður ikki í fyrsta umfari orsakað av korona, men verður seinni tá umstøðurnar loyva tí.

Jens Kristian Vang, fotografur, var framvið fyrr í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder