Fyrireikingarnar til Faroe Pride eru byrjaðar og í kvøld eru fólk frá LGBT+ Føroyum í Steinatúni og mála ælaboga á vegin.
Tórshavnar kommuna sigur, at loyvi er givið at mála á vegin í Steinatúni.
Í fjør bleiv ælabogi málaður á vegin uttan fyri Gundadalshøllina. Hetta skapti nógva øsing á netinum.
Faroe Pride verður mánadagin 27. juli. Gingið verður úr Gundadali oman á Vaglið.
Í sambandi við málingarbeiðið í kvøld, er stongt fyri allari ferðslu í tíðarskeiðinum frá klokkan 20 í kvøld til klokkan 6 í morgin árini.
Sí myndir úr Steinatúni:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald