2022-02-27 12:43

Elduvíkarvegurin er stongdur fyri allari ferðslu. Orsøkin er, at heilt stór nøgd av tilfari er komið oman á vegin, og umleið 200 metrar av autoverju er farin.
Landsverk fer í dag at taka støðu til hvussu farast skal fram, soleiðis at tað aftur verður koyrandi eftir vegnum.
Tá Jens Kristian Vang, fotografur, var á Elduvíkarvegnum fyri løtu síðani, kom ein trailari við einari stórari gravimaskinu.
Sí myndirnar:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald