![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tá tað myrknaði í kvøld sást mánin sera bjart. Veðrið hevur verið gott í dag, og tað helt fram í kvøld.
Supermáni tekur seg upp, tá tað er fullmáni samstundis sum mánin er tættast okkum í ringrás um Jørðina.
Og tí at mánin er so nær Jørðini, lýsti hann bjartari enn vanligt.
Hetta er fjórðu ferð í ár, at supermáni hevur verið at sæð - um tað er klárt í veðrinum, væl at merkja. Nú gongur lang tíð til tað hendir aftur, tí ikki fyrr enn 27. apríl næsta ár verður supermáni aftur.
Elna Johannesen tók hesar myndirnar í Rituvík í kvøld.
-
(Mynd: Elna Johannesen)
-
(Mynd: Elna Johannesen)
-
(Mynd: Elna Johannesen)
-
(Mynd: Elna Johannesen)
-
(Mynd: Elna Johannesen)
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald