Innanlands

Myndir: Stórur partur av býlinginum í Húsi avbyrgdur

Løgreglan ger tekniskar kanningar í økinum har skottilburður var í gjárkvøldið

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-10 11:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stórur partur av býlinginum í Húsi í Miðvági er avbyrgdur enn meðan løgreglan ger tekniskar kanningar av økinum.

Tað var í gjárkvøldið um hálvgun sjey tíðina at ein maður hótti við riflu og við at taka seg sjálvan av døgum í einum húsum á Hoyðgarðsvegi í Miðvági.

Tá maðurin byrjaði at skjóta eftir vælmannaða løgregluliðinum, sum var komið á staðið, valdi løgreglan at skjóta aftur. Maðurin varð raktur og varð fluttur á landssjúkrahúsið.

Les: Løgreglan skeyt eftir hóttandi persóni í Miðvági 

Sverri Egholm hevur tikið myndirnar í Miðvági í morgun

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder