Innanlands

Myndir: Stríða seg á val á Strondum

Bygdahúsið á Strondum er valstaðið fyri allar fimm bygdirnar í Sjóvar kommunu. Eins og aðrastaðni er higartil lægri vallutøka enn í 2019

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-08 17:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í bygdahúsinum á Strondum gera tey tølini upp fjórða hvønn tíma. Tá klokkan var 14, fýra tímar eftir at valstaðið lat upp, høvdu 19 prosent av teimum 781, ið hava valrætt á valstaðnum, valt.

Hetta eru tíggju prosent færri enn á valinum í 2019 – 151 í mun til 217 tá. Tó var talið nærum tað sama í 2015 (20 prosent), tá valið eisini var ein gerandisdag. Tað eru 27 fleiri fólk, sum hava valrætt á Strondum samanborið við trimum árum síðani.

Valstýrisformaðurin Petur Jákupsson sigur, at nógvur vindur hevur verið í bygdini í dag, og hetta hevur eins og tað at tað er gerandisdagur, og eins og aðrastaðni, helst ávirka vællutøkuna. Síðst var vallutøkan á Strondum beint undir 90 prosent (89,9 prosent), upplýsir Petur Jákupsson.

Síðani 2011, eftir at Selatrað varð niðurlagt sum valstað, hevur bygdahúsið á Strondum verið valstað fyri allar fimm bygdirnar í Sjóvar kommunu. Umframt Strendur eru tað Innan Glyvur, Kolbeinagjógv, Morskranes og Selatrað. Hølið, har atkvøtt verður, er nýliga umvælt og broytt. Talt verður upp inni í stóra bygdasalinum, har millum annað brúdleyp javnan eru.

Har var eisini ein valfundur í síðstu viku. Valstýrisformaðurin segði, at tað millum annað var spurt eitt sindur inn til tunnilsgjaldið, og at semja tyktist vera millum valevnini, eins og tað er millum bygdafólkini, at tað burdi farið niður. Eysturoyartunnilin lat upp fyri ferðslu fyri tveimum árum síðani, og tað hevur broytt umstøðurnar í økinum nakað, og tað hevur eisini gjørt, at fleiri tilflytarar eru.

Fýra fólk sita og hava ábyrgd av valinum á Strondum í dag. Valstýrisformaðurin sigur, at tvey koma afturat at hjálpa at telja upp, og tað kann væntast, at liðugt verður umleið klokkan 21.30.

Strendur er kent sum ein sambandsbygd. Tað vísa søguligu tølini eisini, og Petur Jákupsson vísir á, at nógv í kommununi vanliga hugsa og velja lokalt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder