2020-02-04 15:27
12 uppskot viðgjørd hesar báðar dagarnar, sum ungdómsting hevur verið. Nevndararbeiði var í gjár seinnapartin, og álit vóru løgd fram í morgun.
Sjey av uppskotunum vórðu samtykt og fimm feld.
215 ferðir hava ungdómstinglimirnir tikið orðið, og orðaskifti hevur verið í hálvan fimta tíma.
Seinnapartin vóru so 26 ófráboðaðir fyrispurningar settir løgmanni og landsstýrisfólkum.
Væl fleiri gentur vóru við ungdómstinginum hesaferð. Heili 23 gentur luttóku meðan 9 dreingir luttóku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald