Innanlands

Myndir: - Tú ert ein fyrimynd fyri allar føroyingar

Í dag var Uni Rasmussen innsettur sum nýggjur landsstýrismaður við fíggjar- og samferðslumálum og varaløgmaður - sí myndirnar

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-02-23 15:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vaktarskiftið var úti í Tinganesi í dag. Løgmaður takkaði Jørgeni Niclasen fyri gott samstarv, nú hann er givin sum landsstýrismaður við fíggjarmálum, og samstundis bjóðaði hann Una Rasmussen vælkomnum sum nýggjur maður í fíggjarmálaráðharrastólinum.

Báðir fingu teir blómutyssi, og hin seinni fekk eisini setanarbræv.

Løgmaður ivaðist ikki í, at hann hevur fingið ein góðan mann at taka sær av landskassanum við Una Rasmussen.

- Tú hevur víst í verki, at tú ert ein merkismaður. Tú ert ikki tann, ið rópar harðast, men vit vita, at tú hevur ein vilja av stál og tað treiskni, ið skal til fyri at røkja eina slíka týdningarmikla uppgávu, segði Bárður av Steig Nielsen millum annað.

[object Object]
Nýggi landsstýrismaðurin saman við brøðrum sínum. Frá finstru Árni, Elnar, Uni og Joen Magnus (Mynd: Sverri Egholm)

Løgmaður kom eisini inn á, at nýggi landsstýrismaðurin er blindur, og nógv munnu hava ivast í, hvussu tað fer at rigga.

- Eg veit, at tað ikki verður nøkur forðing. Onki er óført hjá tær – alt letur seg gera. Tú gert onki hálvt. Tú ert av sonnum ein fyrimynd fyri allar føroyingar, segði løgmaður.

Jørgen Niclasen nýtti eisini høvið at bera nýggja landsstýrismanninum eina heilsan.

- Tú hevur vilja og treiskni og tað kann vera neyðugt í einum slíkum starvi sum hesum. Men tú skalt vita, at tú hevur ómetaliga góð fólk aftur at tær í fíggjarmálaráðnum, og tí ivist eg ikki í, at tú fert at megna uppgávuna, segði Jørgen Niclasen millum annað.

Sjálvur var Uni Rasmussen fáorðaður. Hann takkaði fyri álitið og segði seg vera spentan til at fara undir uppgávuna, hóast hann hevur trivist væl sum tingmaður, har hann hevur verið formaður í trivnaðarnevndini og eisini formaður hjá løgtingsgrannskoðarunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder