Hallur Joensen hevði í kvøld konsert í Klaksvík. Atlit vóru tikin til koronasmittuna, sum gongur millum okkara, og tí sluppu bara 71 bilar at standa frammanfyri húsini, sum liggja í Nólsoyar Pálsgøtu við parkeringsplássið við Keypsamtøkuna.
Væl upplagdur hevði Hallur Joensen fult orkestur afturat sær við trummum, klaver, gittarum og ikki minst Kristinu Bærendsen, sum varð flogin heim úr Íslandi til høvið.
Og høvið er, at húsini hjá Halli og konuni verða málaði, og stillass er sett upp. Tað gav møguleika til eina konsert, og av tí, at ikki so nógv kundu vera savnað vóru stórir hátalarar settir til, so tað hoyrdist yvir um Vágna, har nógv fólk eisini lýddu á í góðveðrinum.
Sí myndirnar sum Dávur Winther tók í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald