2024-02-05 12:31
19 gentur og 13 dreingir eru við í ungdómstinginum 2024, sum byrjaði fyrrapartin og heldur fram til í morgin.
Ungdómstingfundur byrjaði klokkan 10 og ellivu uppskot vóru til fyrstu viðgerð.
Seinnapartin fara limirnir í ungdómstinginum at arbeiða í mentanarnevndini, trivnaðarnevndini og í rættarnevndini, og í morgin vera aðru og triðju viðgerðir.
Sí myndir, sum Jens Kristian Vang tók í løgtinginum fyrrapartin:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald