
Miðflokkurin legði í dag, sum tann síðsti av teimum seks flokkunum, sum stilla upp til fólkatingsvalið, sína valskrá fram og kunngjørdi síni valevni.
Tað verða teir tríggir sum í dag umboða Miðflokkin í løgtinginum og í landsstýrinum, sum stilla upp. Jenis av Rana, Bill Justinussen og Steffan Klein Poulsen.
Jenis av Rana upplýsti á tíðindafundinum, at tað ikki hevði eydnast flokkinum at funnið nakra kvinnu at stilla upp hesaferð.
Miðflokkurin á fólkatingi fer at boða og verja, at sum mann og kvinnu skapti Gud menniskjað, stendur millum annað í valskránni.
Fólkatingsval verður týsdagin 31. oktober.
Sí myndir:
-
Tíðindafundurin varð hildin í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum
-
Ólavur í Geil, skrivari, Steffan Klein Poulsen og Bill Justinussen
-
Jenis av Rana fremst í myndini. Steffan Klein Poulsen og Bill Justinussen aftanfyri (Mynd: Sverri Egholm)
-
Jenis av Rana
-
Steffan Klein Poulsen
-
Bill Justinussen
-
Jenis av Rana

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald