Mentan

Myndir: Við báti á Árnafirði

Myndir frá bátatúri við boat.fo

2020-07-16 23:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Boat.fo: Túrurin byrjaði í bátahylinum í Árnafirði. Siglt varð fram við Mjóvanum og út undir Bergið. Har hugdu vit inn á Láturgjónna. Vit sigldu yvirum ímóti Lisshøvda. Fyri Høvdanum kastaðu vit, og kendu.

Veðrið var av tí fagrasta. Vit fóru nærri Høvdanum. Har var onkur forvitin kópur at síggja við flesina. Lítið run var í sjónum, og vit leitaðu inn ímóti hellinum í Høvdanum og sildu ígjøgnum hellið. Síðani sigldu vit fram við landi heim ímóti Kvíingadali. Nakað av ternu og onkur svartfuglur var at síggja.

Útfrá kastaðu vit aftur, á hýsuleið. Á heimleið fylgdu vit landinum allan vegin inn á sandin í Árnafirði, áðrenn farið varð aftur í bátahylin.

Ein frálíkur túrur við stórfingnum landsløgum, náttúruupplivingum og góðum fiskiskapi.

Myndirnar eru frá í vikuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder