![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Boat.fo: Túrurin byrjaði í bátahylinum í Funningsfirði. Siglt varð fram við vestara landinum, ímeðan greitt varð frá um ymiskt virksemi, ið hevur verið á fjørðinum ígjøgnum tíðina. Komið varð inn á stórhvalaveiðu og hvalastøðina, sum var bygd har fyrst í farnu øld. Nomið varð við virksemi í nýggjari tíð, so sum aling av kræklingi, tara og laksi.
Nakað av fugli var at síggja á fjørðinum, og stuttligt var at eygleiða lomviga, álku, lunda, teista, ternu, havhest, kjógva og æðu. Við Funnings bygd var tosað um upphav føroyinga við søguni um Grímur Kamban, sum kom á land har fyri umleið 1200 árum síðan.
Siglt var út ímóti Funningsmúla og inn á Múlagjógv. Har lá ein kópur inni í gjónni. Túrurin gekk nú yvirum til Elduvíkslandið. Landslagið fram við sjóvarmálanum er stórsligið. Leiðin gekk framvið Elduvík og vøkru neystunum. Tosað varð um gamla útróðurin við føroysku árabátunum.
Inni í náttúrhavnini Elduvíksgjógv løgdu vit stilt til at njóta matpakkar og ein kaffimunn. Áhugavert var at síggja væl av reyðæti og øðrum lívi í sjónum inni í gjónni. Báturin var lagdur við bryggjuna, ímeðan vit gingu ein stuttan túr inn í bygdina. Á veg omanaftur í bátin sóu vit eina nísu og ein kóp afturat. Í bátinum gekk leiðin inn um Elduvíksnes og innaftur ímóti bátahylinum í Funningsfirði.
Sí myndirnar:
-
Í Funningsfirði
-
Funningur
-
Funningsfjørður
-
Múlagjógv
-
Á Múlagjógv
-
Útfrá Funningsmúla
-
Úti á Fjørðinum
-
Kolbanargjógv
-
Fram við Elduvíkslandinum
-
Hælaskorargjóta
-
Elduvík og Lítlanes
-
Vøkru neystini í Elduvík
-
Handan á í Elduvík
-
Elduvík
-
Elduvíksgjógv
-
Elduvíksgjógv
-
Reyðæti
-
Æti í eyskari
-
Æti og ein krabbi
-
Bryggjan í Elduvíksgjógv
-
Við bryggjuna í Elduvíksgjógv
-
Svartfuglur
-
Elduvíksnes og Funningur í baksýni
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald