Mánadagin var vinnutiltak í Sjóvinnuhúsinum á Vestara Bryggju, har evnið var íverksetan innan talgilding.
Vinnuforum er eitt afturvendandi tiltak hjá Tórshavnar Kommunu og Hugskotinum, har bjóðað verður inn til ein spennandi seinnapart, har vinnan og kommunan fáa høvi at hittast til netverkan og íblástur.
Á skránni vóru spennandi framløgur frá íverksetarum, sum seinastu sjey vikurnar hava luttikið í íverksetaradíkjaranum Talgilda tín bý, sum Hugskotið og KT-deildin í Tórshavnar Kommunu hava skipað fyri. Øll, sum høvdu eitt hugskot ella eina smærri fyritøku innan talgilding ella Smart City, kundi søkja um at vera við og átta verkætlanir luttóku.
Fyrilesturin á Vinnuforum hesaferð var frá Ben Legg, sum er fyrrverandi stjóri í Google Europe og hevur havt leiðandi størv innan sølu og marknaðarføring hjá Coca Cola. Ben hevur harumframt stóra vitan um talgilda marknaðarføring, og hann hevði nógv góð ráð til íverksetarar og vinnulívsfólk í Føroyum.
200 fólk luttóku á tiltakinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald