Mentan

Myndlist letur upp í nýggjum hølum

Í morgin kl. 14 verður almenn móttøka í Niels Finsens Gøtu 16 við listaframsýning, gávuposum, tónleiki, ábiti og hugna

Mynd: Myndlist/Facebook

Mynd: Myndlist/Facebook

2019-09-26 14:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, fríggjadagin 27. september kl. 14, letur Myndlist upp í nýggjum hølum í Niels Finsens Gøtu 16.

Í hesum sambandi verður bjóðað til almenna móttøku við listaframsýning, gávuposum, tónleiki, ábiti og hugna.

Á listaframsýningini verður m.a. møguleiki at síggja verk eftir Arnholdi Vegghamar, Bárði Jákupson, Eli Smith, Frits Johannesen, Jack Kampmann, Jónu Rasmussen, Sámal Joensen Mikines og øðrum.

Martin Joensen undirheldur við tónleiki. Opið verður til kl. 20.

Breiða listavøruúrvalið í Myndlist fevnir um hágóðskuvørur innan máling, tekning, grafikk, spray og annað. Harumframt hevur Myndlist rammuverkstað á staðnum og bjóðar dygdartænasu innan innramming av alskins slagi.

Sum nakað nýtt verður eisini bjóðað grafiskar loysnir á nýggju grafisku verkstovuni, sum eisini er á Niels Finsens Gøtu 16.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder