Uttanlands

Myndugleikarnir hert tiltøkini í avstralskum stórbýi

Sydney hevur verið afturlatin síðan 26. juni orsakað av einum nýggjum útbroti við Delta-frábrigdinum, og hesi tiltøkini eru galdandi til í minsta lagi 30. juli

Hetta skeltið í Sydney minnir á at halda neyðugu frástøðuna (Mynd: EPA)

Hetta skeltið í Sydney minnir á at halda neyðugu frástøðuna (Mynd: EPA)

2021-07-17 11:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan 26. juni hava strang tiltøk verið galdandi í avstralska stórbýnum Sydney orsakað av einum nýggjum smittuútbroti við Delta-frábrigdinum av koronu, og í dag hava myndugleikarnir hert tiltøkini, eftir at 111 nýggir tilburðir eru staðfestir seinasta samdøgrið.

Heitt hevur m.a. verið á fólk um bert at fara út, um tey hava eitt týðandi starv at røkja, um tey skulu eftir heilivági, í skúla ella keypa inn. Nú hava byggipláss og handlar, sum ikki selja alneyðugar vørur, fingið boð um at lata aftur, og arbeiðsgevarar kunnu fáa bót, um tey lata síni starvsfólk møta á skrivstovunum.

Matstovur og skeinkistøð hava eisini fingið boð um at lata aftur, og ítróttatiltøk eru avlýst. Borgarar sleppa bert at flyta seg tíggju kilometrar burtur frá sínum heimi.

Hetta nýggja smittuútbrotið stavar helst frá einum limusinuførara, sum flutti altjóða flogmanningar til og frá floghavnini í Sydney, og soleiðis kom Delta-frábrigdið inn í samfelagið. Síðani eru yvir 1.000 persónar í Sydney-økinum staðfestir smittaðir við koronu.

Í fjør megnaði Avstralia annars at sleppa undan høgum smittutølum og deyðstølum, meðan nógv onnur lond stríddust við at basa koronasmittuni. Hetta við m.a. at at steingja landamørkini og geva fólkinum boð um at arbeiða heima. Síðani hava avstralsku myndugleikarnir tó verið fyri nógvum atfinningum, av tí at tað gongur so seint at koppseta í landinum.

Sambært Ritzau eru bert góð 10 prosent av avstralska fólkatalinum (25 mió.), liðugt koppsett. Í eitt nú Føroyum eru næstan 48 prosent av fólkinum liðugt koppsett, og í Danmark er talan um nærum 44 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder