
Undir yvirskriftini “Øll vita tað - ommur og abbar í Føroyum eru í vanda” hevur landsstýrið í dag lagt nýggjan lýsingafilm út á heimasíðuna corona.fo.
Ein óvanligur filmur í føroyskum høpi, sum er tikin upp í Tilhaldinum í Tórsgøtu, tí talan er um rappaðan boðskap, borin fram av eldri fólki. Við ljósseting sum var tað úr einum amerikonskum rappvideofilmi, minna Pál Weihe og onnur á smittuvandan við koronavirus, og at fólk sum koma til landið skulu halda seg við hús í seks dagar.
Í vár royndi landsstýrið seg eisini við lýsingafilmi upp á ein heldur øðrvísi hátt, tá Opera Corona fór í umferð um alt Føroya land.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald