Innanlands

Mýrifípan møguliga útbyggjast

Fleiri barnafamiljur fluttu til Tvøroyrar aftaná útbyggingina í 2020, og nú skal møguliga byggjast út til 20 børn afturat

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2024-10-04 18:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í september 2020 varð nýggi parturin av barnagarðinum Mýrifípan tikin í nýtslu. Hetti førdi alt fyri eitt við sær, at fleiri barnafamiljur valdu at flyta til Tvøroyrar og stovnurin fyltist rættiliga skjótt, sigur Tvøroyrar kommuna.

Nú hevur Kristin Michelsen, borgarstjóri, heitt á býráðið um at kanna møguleikan at byggja út. Møguliga verður bygt út til eini 20 børn afturat.

Borgarstjórin hevur í tí sambandi longu verið í samband við lokala arkitektin, Páll Lave, ið er arkitektur og byggirøðingur hjá Brim Arkitektum. Júst Páll og Brim Arkitektar, stóðu fyri útbyggingini í 2020, sigur kommunan.

- Nú verður hugt at hvussu stórur tørvurin er á útbygging og hvussu vit fáa hetta framt í verki, vísir tað seg neyðugt. Ætlanin er eisini at uppraðfesta útiøkið kring barnagarðin í næstum, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri.

- Verður staðfest at tørvur er á útbygging og tað letur seg gera, so verður farið skjótt í gongd, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder