2024-09-11 12:49
Seksæringurin Naddoddur er nú aftur í Føroyum eftir lagnutunga og baldruta túrin til Noregs, tá báturin holvdist, og ein av manningini fórst.
Í morgun kom Hav Atlantic á Sund úr Noregi og við sær hevði hann seksæringin av Tvøroyri, sum Bátafelagið Naddoddur eigur.
(Mynd: Rúni Nielsen)
At síggja til hevur Naddoddur ikki tikið skaða av hørðu viðferðini hann fekk í illveðrinum út fyri norsku strondina.
Les eisini: Stór alda aftanífrá holvdi Naddodd
Les eisini: Okur mistu Karlu Dana
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald