Innanlands

Naddoddur heiðrar kvinnunum á fiskaplássinum

Leygardagin verður standmynd avdúkað á Tanganum

Standmyndin er væl innpakkað, klár til avdúkingina leygardagin

Standmyndin er væl innpakkað, klár til avdúkingina leygardagin

2022-05-05 09:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinnapartin leygardagin fer Bátafelagið Naddoddur á Tvøroyri at avdúka eina standmynd á fiskaplássinum vestan fyri Naddoddaneystið.

Hetta er gamla fiskaplássið á Tanganum. Her var lívligt arbeiði til nógvar hendur, hóast hetta var minsta felagið á Tvøroyri. Fleiri skip hoyrdu til her, og sjálvandi gav tað nógv arbeiðið til tær kvinnur sum arbeiddu við at vaska, turka og pakka veiðuna, sum menninir komu við.

- Hesar kvinnur hava vit ikki hoyrt nógv um, men tað eru hesar kvinnur vit vilja heiðra við eini standmynd, sum lýsir tað knoss og stríð tær høvdu, skrivar bátafelagið Naddoddur í eini fráboðan, har hildið verður fram:

- Vit sum nú eru komin væl til árs minnast hvítu fiskaplássini har hesar kvinnur arbeiddu. Tað eru fá tvøráfólk, sum ikki hava eina mammu, ommu, mostir, fastir og so framvegis sum arbeiddi á fiskaplássunum. Nakrar longri enn aðrar, men vit minnast tær allar við takksemi. Tí vilja vit seta standmyndina á sjálvum arbeiðsplássinum

Tað verður 97 ára gamla Bodil Hammer, sum sjálv hevur arbeitt “í fiskinum” í nógv ár, sum avdúkar standmyndina.

Aftan á avdúkingina talar forkvinnan í mentanarnevndini hjá býráðnum, Anita Vibergsdóttir. Tvøroyrar Hornorkestur spælir og sangbólkurin Orðið á Borðið syngur. Aftaná verður kaffi og køkur inni í neystinum.

Hátíðarhaldið byrjar leygardagin kl. 15. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder